SAMRØÐA
Rák: Komfortin vinnur á sniði
Guðrið Helgadóttir í Gong er innandura arkitektur.
Býlið
Eftir Birgith Lassen / Myndir Rósa Tovudóttir / Februar 2020
Hvat eyðkennir tær sofurnar, sum ein stílvitað keypir í 2020?
“Sofan skal vera clean, comfy & estetisk. Tað eru tvey ymisk snið, sum tann tilvitaða fer eftir í løtuni. Tær nettu sofurnar, ið hava eyðkenni frá sofunum í ‘40unum og ‘50unum við høgum sofabeinum, so rúm er millum sofu og gólv, eru sera vældámdar úr bæði ull og leðri.
Ein heilt onnur sofa, sum framvegis er í myndini, er sokallaða flótisofan. Í mun til hina er hendan heldur tung og djúp og ofta sædd í velour og ull.”
Er tað komfort ella design, hon fer eftir?
“Í fyrstu atløgu er tað sniðið, men tá ið samanum kemur, er komfortin sera týdningarmikil og hevur heilt víst ávirkan á, hvat val av sofu, tú fer eftir. Serliga um sofan er til gerandisbrúk í sjónvarpstovuni. Hetta haldi eg persónliga vera sera týdningarmikið, tá tað kemur til møblar - at møblarnir skulu vera estetiskir, men eisini hava góðan kvalitet og komfort.”
Eru nakrir ávisir litir og ávíst tilfar, keyparin fer eftir beint nú?
“100 prosent ull er nógv umhildið aftur og gjarna í kornuttum litum. Men vit hava eisini sæð tær í grønum og bláum. Tann klassiska konjak-litta leðursofan er framvegis eitt hitt. Annars eru tungir og natúrligir møblar nógv at síggja - teir fara yvir í tann rustikka stílin, so sum marmor, betong, stein, messing og stál.”
Sært tú nakað ávíst rák, tá tað kemur til sofaborð, sofalampur, puffar og annað, vit hava rundan um sofuna?
“Eitt, sum sæst nógv, nú vit flyta okkum meir og meir móti tí burðardygga, er tað natúrliga, og tað gongur aftur í øllum heiminum - eisini rundan um sofuna. Puffar skulu gjarna vera úr høri og lampur gjarna úr burðardyggum tilfari sum ríspappíri ella bambus. Eitt rák, sum fer beint móti tí, sum annars er nógv at síggja, er tað grafiska og kraftiga lookið við puntum og tungum litum. So vit hava upp á ein máta tvey rák koyrandi í løtuni; tað natúrliga og tað grafiska.”