Vit taka okkum av bústøðum í øllum skapi og støddum. Frá nýggjum húsum og umvælingum. Íbúðir og frítíðarhús. Okkara sjónarmið er altíð at skilja kundan og skapa eitt umhvørvi ið styrkir og mennir teirra tørv. Vit sniðgeva eitthvørt stað nærlagt soleiðis at tað hóskar til dagligdagin, har tað altíð er pláss at mennast og vaksa.
Rúm sniðgeving kann vera við til at útvikla okkara dagligu siðvenjur og hvussu vit flyta okkum í einum staði.

Hjá Rúm studio leggja vit dent á at skapa umhvørvi ið hóska til brúkaran. Hvussu flyta vit okkum í einum almennum umhvørvi og hvussu fær tað okkum at føla? Vit sniðgeva handilshøli, hotellir, matstøð og onnur almenn støð, eitt nú móttøkur og framsýningar.