Timburdeildin
Almenn rúm
Kundi: Bygma Balslev, Timburdeildin
Staður: Hoyvík, Faroe Islands
Ynski var at umskipa arbeiðsøkið betur, soleiðis at hølið bleiv útnytta meira og betur ljós kom inn í hølini. Tørvur var á at útstillingin bleiv betur skipa, soleiðis at tað var lættari at vegleiða kundar. Bæði tá hugt var eftir hurðum, vindeygum og tilfar til bygging sum heild.
Ynski var eisini at samla øll ið arbeiða á grundhæddini í eitt stað, soleiðis at avgreiðsla, ráðgeving og móttøka osfr. var alt samla sum ein eind. Endaliga uppstillingin er soleiðis skipa at hølið er blivi rúmligari.
Samstundis sum arbeiðsøkini hjá starvsfólkunum betur skipað. Tilfar o.a hevur fingið sítt egna pláss, so at tað er lætt at finna fram tá vegleitt verður, eins og at hurðar og vindeygu eru í betur fokus, og skipa eftir ymsu merkjunum, sum eisini var ynskt av starvsfólkið.
Hetta ger at útstilling er greiðari fyri kundan, og vísur betur úrvali av vørum í Timburdeildini, eins og gevur meira lív til arbeiðsplássið.