Casual Luksus Airbnb

KUNDI: Regin W. Dalsgaard
STAÐUR: Tórshavn, Føroyar
RÚM: Køkur, stova, trý kømur, durur, vesið og altan
LIÐUGT: Mai 2025


- Casual luksus airbnb íbúð -

At innrætta eina airbnb íbúð er altíð ein spennandi uppgáva at fáa. Hendan íbúðin er í Havn og nær við allir hentleikar, tó eisini nær við natúruna. Eg valdi at arbeiða útfrá ‘casual luksus’. Hugskotið til huglagið er luksus og tó avslappað. Sum hóskar sera væl til umhvørvið har íbúðin er og byggir upp til tann róliga og hugnaliga stemningin, ein upplivur mitt í Havn. Um tað so er ein lang feria, har tann ferðandi skal uppliva alt Føroyar ella ein býarferia, so skal íbúðin vera eitt avslappað og lekkurt stað at koma heim aftur til og eisini eitt stað man tímur at brúka tíð í. Soleiðis at íbúðin fær eitt ‘hotel vibe’.

Tað er altíð gott at hava fleiri siti økir, og tí avgjørdi eg at hava ein "breakfast nook" í køkinum, og inni í stovuni eina sjónvarpsstovu og lounge, og síðani aftur eitt spísiborð økið til kvøldarmáltíðir ella borðspøl osfr.