‘Departure Lounge’
ATLANTIC AIRWAYS Á TONIK 2026

KUNDI: Atlantic Airways
STAÐUR: TONIK, Tórshavn, Føroyar
RÚM: Departure lounge telt
LIÐUGT: Mai 2026

Departure Lounge

Tað var ein spennandi uppgáva at sniðgeva ‘Departure Lounge’ hjá Atlantic Airways á Tonik messuni 2026.
Teltið var brúkt til innskriving, síðani var Happy Hour seinnapartin.

Vit brúktu tvey upphang til at gera skilaveggir mitt í teltinum, hetta fyri at skapa eina kenslu av at teltið var deilt upp í tvær síður við sitiplássum og standi borðum. Fokus litirnir vóru blátt sum brandingin hjá felagnum, síðani chrome og vøkru grønu plantirnar í høgu vasunum, ið prýddu rúmi og bant alt saman. Eisini prýddu vit við chrome lampum, stakum, Altantic Review bløðum og reyðum blómum.

Vit ynsktu at fáa fólk at steðga á og brúka teltið gjøgnum allan dagin til prát, at seta seg niður og eta osfr. Hetta eydnaðist væl og vóru tað nógv ið vitjaðu gjøgnum dagin.